Fosturforeldrafelagið

Fosturforeldrafelagið varð stovnað tann 25. november í ár 2000 í býráðshúsinum í Tórshavn. Tað varð sett ein nevnd, sum taldi fimm limir. Fosturforeldrafelagið hevur virkað í nøkur ár. Hesa tíðina hava nevndarlimirnir verið sera virknir í felagnum. Endamálið hjá felagnum er at stuðla fosturforeldrum í teirra arbeiði við fostur/umlættingarbørnum teirra. Upprunin til, at felagið varð stovnað byrjaði fyri umleið 10 árum síðani, tá ið Sosiala deild í Tórshavnar samlaðu øll teirra fosturforeldur í kommunini til ein fund. Endamálið við fundinum var at býta fosturforeldrini í nakrar bólkar, sum skuldu samlast av og á, fyri at tosa um, hvussu umstøðurnar hjá fosturforeldrunum kundu betrast.

Hetta, at fosturforeldrini kundu hittast og tosa um viðurskifti, sum tey høvdu við at gera, hildu øll vera eitt sera gott tiltak. Bólkarnir hittust javnan í nøkur ár, men síðani vóru tað fleiri bólkar, sum hildu uppat at hittast. Tann eini bókurin, sum ikki gavst, gjørdi av, at neyðugt varð at stovna eitt felag, sum kundi arbeiða málrættað fyri umstøðunum hjá fosturforeldrunum. Í felagnum eru umleið 80 limir. Til aðalfundirnar koma vanliga um 30 limir.

Felagið hevur virkað í nærum seks ár. Virkað hevur verið fyri hesum m.a.:

  • Geva øllum fosturforeldrum eina mappu við viðkomandi tilfari.
  • Skipa fyri skeiðum við viðkomandi evnum.
  • Skipa fyri einari grundútbúgving fyri fosturforeldur.
  • Havt legu saman við fosturbørnum og fosturforeldrum.
  • Gjørt eina útferð við Draganum við fosturforeldrum og fosturbørnum.
  • Felagið hevur gjørt viðmerkingar til nýggju barnaforsorgarlógina.
  • Vit eru tikin upp á ráð við Fosturforedraskipanina.