Fossbankin
Fossbankin var føroyskur banki, ið byrjaði sítt virksemi í januar 1986 og læt aftur seint í 1993. Tað var Helgi Fossádal, ið var stigtakari og stjóri í bankanum.
Virksemi
rættaFyri at koma inn á marknaðin valdi bankin at hækkað sína innlánsrentu í mun til hinar bankarnar, soleiðis at fólk settu pening í Fossbankan. Hetta førdi við sær, at bankin fekk nógvan pening um hendi. Tá ið gjaldføri hjá bankanum bleiv gott, vildi hann tískil lána pening út aftur til onnur. Fólk fingu lætt við at lána pening og gjørdist hetta ein ónd ringrás. Hetta var við til at leggja brenni á bálið, har føroyingar frammanundan høvdu lánt nógvan pening í hesum tíðarskeiðnum.
Bankin læt tó aftur 30. november 1993, tá ið hann fór á húsagang. Fíggingargrunnurin frá 1992, ið hjálpti teimum størru bankunum um sama mundi, veitti Fossbankanum onga hjálp.
Kelda
rætta- Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen: Føroyar og bankarnir í 100 ár; Føroya Banki, Tórshavn 2006