Eitt fjall er eitt landafrøðiligt stað sum hevjar seg yvir umhvørvi rundan um við einari hædd sum kann vera millum nakrar tíggjutals metrar til fleiri túsund metrar, tó verður eitt fjall ofta definerað sum í minsta lagi 600 metrar høgt, í Encyclopædia Britannica er eitt krav um minstamark í hædd á 610 metrar. Í Føroyum verður orðið fjall tó eisini nevnt um fjøll ið eru undir tað marki. Orðið fjall verður ofta brúkt um fjallarøðir.

Matterhorn á markinum millum Sveis og Italia

Tey flestu av jarðarinnar fjøllum eru blivin til antin við vulkanskum virksemi ella við forskjótingum í jarðarskorpuni ella við erodering av kringliggjandi bleytum fjallasløgum.

Størsti parturin av jarðarinnar fjøllum finnast á havins botni. Á landi eiga fjøllini 24% av yvirfløtuni: 52 prosent av Asia, 25 prosent av Evropa, 3 prosent av Afrika, 17 prosent av Avstralia, 36 prosent av Norðuramerika og 22 prosent av Suðuramerika.

Hægsta fjalli í heiminum er Mount Everest (Nepal), sum er 8.848 metrar høgt.

Heimsins hægstu fjøll rætta

Tað eru 14 fjøll í heiminum, sum eru yvir 8.000 metrar yvir havið ella hægri.

Nr. Fjall Land Hædd Mynd
1. Mount Everest Nepal/Kina 8.848 m  
2. K2 Pakistan/Kina 8.611 m  
3. Kangchenjunga Nepal/India 8.586 m  
4. Lhotse Nepal 8.516 m  
5. Makalu Nepal 8.462 m  
6. Cho Oyu Nepal 8.201 m  
7. Dhaulagiri Nepal 8.167 m  
8. Manaslu Nepal 8.156 m  
9. Nanga Parbat Pakistan 8.125 m  
10. Annapurna Nepal 8.091 m  
11. Gasherbrum I Pakistan/Kina 8.068 m  
12. Broad Peak Pakistan/Kina 8.047 m  
13. Gasherbrum II Pakistan/Kina 8.035 m  
14. Shisha Pangma Nepal/Tibet 8.013 m
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið