Fjørukúvingur
Fjørukúvingur (frøðiheiti: Littorina littorea) er vanligur fram við fjøruni.
Fjørukúvingur | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||||||||||||
|
Útsjónd
rættaFjørukúvingurin kann vera 5-10 mm høgur, gulligur, reydligur ella morgráur. Kvennkúvingurin er størri og bøllutari enn kallkúvingurin. Hann rívur smátara av klettinum. Á tunguni eru smáar tenn. Tungan er hvøss og verður nevnd rívitunga.
Liviøki
rættaFjørukúvingur situr á kletti og steinum í flóðarmálanum, har hann etur tað fína ábreiði av smátara, ið legst har. Eisini sæst hann á tara, har grunt er. Fjørukúvingur er lívseigur og tolir at sita uppi á turrum næstan ein mánað, og hann livir eisini leingi, hóast hann fær einki at eta. Hann er funnin 30-40 m uppi í bergi, har sjórok bara viðhvørt stendur á.
Nøring
rættaFjørukúvingur gýtir livandi ungar. Inni í honum er ein byrða – eitt klekirúm. Kvennkúvingurin ber eggini í byrðuni. Veruliga ber kvennkúvingurin 3 støddir í byrðuni: ung egg, ungar við ørtunnari skel og stórar, búnar, reyðmorreyðar ungar, sum líkjast vaksna kúvinginum, tá ið teir verða gýttir.