Fjøðurtari

Fjøðurtari (frøðiheiti - Ptilota plumosa) er tari har leyvið er eins og fjøður. Fjøðurgreinarnar eru andstaddar og uppaftur greindar. Liturin er fagurt korkareyður, støddin 5-30 cm. Á smágreinarendunum sita nøringargøgnini. Fjøðurtari veksur, har djúpt er, serliga uppi á tonglatara. Er sera vanligur at finna upprikin í fjøruni.

Ptilota plumosa

Útvortis ávísingEdit