Fiskimark
Fiskimarkið , eisini kallað sjómarkið, er mark um tað sjóøki, eitt land kannar sær og treytar sær rætt at ráða yvir. Føroyar fingu 3 fjórðinga fiskimark í 1901. Í 1961 var flutt út á 12 fjórðingar og í 1. januar 1977 út á 200 fjórðingar, eftir at m.a. Ísland í 1972 hevði sett sær 50 fjórðinga fiskimark og í 1975 víðkað tað út á 200 fjórðingar. Fyri at tann flotin, serliga bretskir trolarar, ið nú varð trokaður út av íslendsku grunnunum, ikki skuldi leggjast á føroysku grunnarnar í staðin, fluttu føroyingar eisini sítt fiskimark út á 200 fjórðingar.