Fiskimási (frøðiheiti - Larus argentatus) er heldur størri enn likka. Á kápuni er hann grábláur. Um strendur og firðir okkara er hann allan veturin at síggja. Hann verpur nakað fyrr enn likkan, eina viku ella tvær, eftir sum veðrið fellur. Helst velur hann sær brattan haga til bústað, ofta røkur millum smáar hamrar, tó síggjast reiður hansara eisini á sløttum haga. Eggini eru so lík likkueggjum, at mesti parturin kennist ikki at - tey allarstørstu eru másaegg, tey allarminstu eru likkuegg, miðalstøddin kann líka væl vera annað sum hitt. 28 dagar vermir hann, hendir seg 27, eisini 29. Dúnungarnir kennast ikki frá likkuungum. Teir verða føddir bæði av sjógvi og landi, og másin er rættur eggjatjóvur. Við reiður hansara liggja skøl av havhestaeggi, lomvigareggi, lundaeggi, harafturat skræða og fjaðrar av kongafiski, bein av stórum krabbum, brot av gágguskeljum. o.á. Másin hevur havt orð fyri nú og tá at drepa okkurt smálamb, og hevði nógv verið til av honum, mundi hann verið verri enn likkan.