Hvalbiareiði

(Ávíst frá Fiskieiði)

Hvalbiareiði verður eisini rópt Fiskieiði, tað er eitt stað á vestursíðuni á Suðuroynni vestanfyri bygdina Hvalba. Tvey eiði eru vestanfyri Hvalba, hitt eiði eitur Norðbergseiði og liggur longri norðuri, fjallið Grímsfjall skilur bæði eiðini. Høg bjørg eru bæði sunnanfyri og norðanfyri Hvalbiareiði. Stutt er millum eystur og vestursíðuna í Hvalba, har er góð havn í sjálvari bygdini, á norðara armi av Hvalbiarfirði, men fyrr í tíðini, áðrenn bátarnir fingu motor, var ofta trupult at rógva út frá eystursíðuni og ofta var langur teinur at rógva til góð mið, tí var Hvalbiareiði nógv brúkt til útróðrarhavn.

Hvalbiareiði, 2005. Ein partur av gøtuni sæst, trappan og nøkur neyst síggjast eisini. Flestu neystini eru nú bert leivdir.

Søga rætta

 
Hvalbiareiði umleið ár 1899.

Hvalbiareiði er ein náttúruhavn, sum tó eisini er merkt av mannahond. Havnin var sera trupul at nýta, áðrenn ábøtur vóru gjørdar, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var stórt arbeiði gjørt har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið árabátar vórðu nýttir. Har vóru nógv neyst um aldarskiftið ár 1900, onkuntíð vóru heilt upp í 23 neyst og bátar har. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur, tá hugsa verður um fiskivinnu, tó er Fiskieiði vorði eitt ferðavinnumál seinastu árini.

Niels L. Arge stóð fyri arbeiðnum í 1895 rætta

Hvalbingar royndu fleiri ferðir at stoypa helluna, so tað gjørdist høgligari fyri útróðrarmenninar at draga bátarnar á sjógv og á land aftur og at bera fiskin í land. Men trupulleikar vóru við at fáa tað at halda, havið máaði tað skjótt burtur aftur. Men so bóðu teir Niels L. Arge av Argjum, sum var ættaður úr Hvalba, um at hjálpa teimum, og hann játtaði (pápin var hvalbingur, hann æt Andrass og keypti Argir í 1828). Niels L. Arge varð eisini róptur "Gamli av Argjum". Teir brúktu 40 tunnur av sementi, og so læt hvør bátur 8 spannir av sandi.

Jens Marius Poulsen úr Skopun lagaði grótið í 1924 rætta

Í 1924 ynsktu hvalbingar at betra meira um viðurskiftini á Hvalbiareiðinum, og avgjørt varð at gera stórarbeiði við at laga grót niðri á helluni. Jens Marius Poulsen úr Skopun stóð fyri hesum arbeiði, og so væl er arbeiði gjørt, at sjálv grótlaðingin enn er í hampiliga góðum standi. Ein partur av helluni er tó máaður undan, og har er stoypt í staðin.

Vegur til Fiskieiði rætta

Í 19. øld var ongin vegur til Fiskieiði, so allur fiskur mátti berast á bakinum heim til bygdina. Í 1890 varð vegur gjørdur vestur til Skallaportrið, men ikki restina av vegnum. Vegurin heilt vestur til Hvalbiareiði varð gjørdur í 1931, aftaná at fyrsti bilurin varð komin til bygdina. Um bátarnir fiskaðu nógvan fisk, rúmtust bara tvær bátsmanningar í lastbilin, um teir ikki fiskaðu so nógv so rúmtust tríggjar bátsmanningar.

Fiskaskúrar á Fiskieiðinum rætta

Í 1915 vóru tveir fiskiskúrar á Fiskieiðinum, teir stóðu uppi á helluni, og har varð fiskur flaktur og saltaður. Petur í Køkini átti skúrarnir ella hevði teir á hondum fyri Mortensen's handil á Tvøroyri.

Ferðavinna rætta

Seinastu árini hevur ferðavinnan vundið meira uppá seg í Suðuroynni og eisini í Hvalba. Bæði føroyingar og útlendingar vitja í Hvalba, og ofta fara tey eisini vestur á Hvalbiareiði at hyggja og at ganga túrar har. Onkuntíð verður lendingin á Fiskieiðinum eisini brúkt til stuttleika túrar og til onnur ferðavinnu tiltøk. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði føroyingar og útlendingar av Hvalbiareiðinum til bjørgini vestanfyri Hvalba og Sandvík. Ofta verður farið heilt norður til Ásmundarstakk, inn í gjáir og holur og so suður aftur til Fiskieiði. Ein grill er sett upp á Fiskieiði og onkuntíð verður henda eisini brúkt til ferðavinnutiltøk.[1]

Myndir av Hvalbiareiðinum (Fiskieiðinum) rætta

Keldur rætta

Grein úr "Myndablaði Nú" um Fiskieiði.

  1. Suðuroyarportalurin, Síging, sigling, grill og blues á Fiskieiðinum[deyð leinkja]

Útvortis ávísingar rætta