Talvfólk
Kongur
Frúgv
Rókur
Bispur
Riddari
Finna

Finnan er minsta og veikasta talvfólk í talvi. Í fyrstuni hevur hvør telvari átta finnur.

Gongulag

rætta
a b c d e f g h
8                 8
7                 7
6                 6
5                 5
4                 4
3                 3
2                 2
1                 1
a b c d e f g h
Gongulag hjá finnuni.

Finnan gongur eitt fet beint fram, tó fyrstu ferð kann hon fara tvey fet fram. Hon hevur ikki loyvi at bakka. Finna kann ikki drepa beint fram.

Tá finnan drepur

rætta
a b c d e f g h
8                 8
7                 7
6                 6
5                 5
4                 4
3                 3
2                 2
1                 1
a b c d e f g h
Finnan drepur á skák.

Tá ið finna drepur, kann hon bara gera tað á skák. Hon kann ikki drepa beint fram. Her kann finnan á c5 drepa antin rókin ella riddaran, ella hon kann fara beint fram á c6. Finnan á f3 kann ikki fara á e4 ella g4 her.

Í framlopi

rætta
a b c d e f g h
8                 8
7                 7
6                 6
5                 5
4                 4
3                 3
2                 2
1                 1
a b c d e f g h
At drepa í framlopi

Finna kann drepa aðra finnu í framlopi, t.e. tá ið finna hjá mótpartinum leikar tvey fet fram upp á síðuna av tínari finnu, kanst tú drepa hana á skák, men tað skal verða gjørt beinanvegin, tú eigur leik. Á myndini hevur svartur júst leikt finnuna av c7 á c5, og nú kann hvítur leika sína finna av d5 á c6 og taka finnuna á c5 burtur. Hann kann ikki bíða, til hann eigur leik aftur.

Finnan annars

rætta

Tá ið finna kemur fram á áttanda rað, skal hon verða býtt um við annað fólk í sama liti í sama leiki, hon kemur fram, tó ikki til kong. Mest vanligt er at býta um við frúgv, tí hon er so sterk, men onkuntíð verður býtt um við riddara, tí hann hevur so serligt gongulag.

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið