Ferðafalkur (frøðiheiti - Falco peregrinus) er um allan heim. Ferðafalkur er størri enn smyril, minni enn veiðifalkur. Av tí at bøgan og stegin eru ólík á stødd, er skjótt at fara skeivur báðar vegir, tá ið hann verður greindur. Hann tykist upp aftur kropp størri enn smyril, velið er heldur styttri. Veingirnir eru spískir, men teir eru breiðir inn at kroppinum. Gamli fuglurin er lættur at greina, helst tætt hjá, tá ið væl ber til at síggja litir og litsetning. T.d. týðuligi liturin niður á knokkin og breiði liturin niður undan eygunum gera allan munin.

Ferðafalkur
Falco peregrinus nest USFWS.jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Falconiformes
Familja: Falconidae
Ætt: Falco
Slag: F. peregrinus
Falco peregrinus
Falco peregrinus madens

Í Norðuratlantshavi er hann spjaddur um í skotsku oyggjaflokkunum sum búfuglur. Her eigur hann eisini við fuglabjørg, og tá tekur hann helst havhest. Sæst hann í Føroyum og í Íslandi, er hann flytifuglur, komin úr Skotlandi ella norðanífrá.

Sí eisiniRætta

Sí miðlasavnið