Fenerbahçe
Fenerbahçe Spor Kulübü ella FB er eitt ítróttarfelag og fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1907 og er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Turkalandi við 18 turkiskum meistaraheitum. Felagið hevur eisini luttikið í evropeiskum fótbólti og hevur í hesum sambandi spælt móti føroyska B36 í Champions League undankappingini í 2006-07. Fenerbahçe vann báðir dystirnir móti B36 og kom víðari, men taptu í 3. rundu móti Dinamo Kiev. Í UEFA Champions League 2007-08 komu teir víðari og komu til kvartfinaluna, sum teir spældu móti enska felagnum Chelsea FC, teir vunnu heimadystin 2-1, men taptu á útivølli 2-0.
Mynd:Fenerbahçe Spor Kulübü.svg | ||||
Fult navn | Fenerbahçe Spor Kulübü | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn | Sarı Kanaryalar | |||
Stutt navn | FB | |||
Stovnað | 1907 | |||
Vøllur | Şükrü Saracoğlu | |||
Kapasitetur | 50.509 | |||
Formaður | Ali Koç | |||
Venjari | Ersun Yanal | |||
Deild | Super Liga | |||
2022/23 | 2. | |||
|
Stadion hjá teimum, Fenerbahçe Şükrü Saracoğlu Stadyumu, liggur í býarpartinum Kadıköy, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul og er tað mest nýmótans fótbóltsstadion'ið í Turkalandi. Tvey onnur feløg, ið kappast móti Fenerbahçe eru Beşiktaş og Galatasaray.
Heiður
rættaAltjóða kappingar
rætta- UEFA Champions League:
- Kvartfinalur (1): 2007–08
- UEFA Europa League:
- Hálvfinalur (1): 2012-13
Turkiskar kappingar
rætta- Turkiska meistaraheitið, vinnarar (18): 1959, 1960-61, 1963-64, 1964-65, 1967-68, 1969-70, 1973-74, 1974-75, 1977-78, 1982-83, 1984-85, 1988-89, 1995-96, 2000-01, 2003-04, 2004-05, 2006-2007, 2010-2011
- Nummar tvey (18): 1960, 1961-62, 1966-67, 1970-71, 1972-73, 1975-76, 1976-77, 1979-80, 1983-84, 1989-90, 1991-92, 1993-94, 1997-98, 2001-02, 2005-2006, 2007-2008, 2009-2010, 2011-2012
- Turkiska Steypakappingin, vinnarar (5): 1967-68, 1973-74, 1978-79, 1982-83 2011-2012
- Numar tvey (9): 1963, 1965, 1989, 1996, 2001, 2005, 2006, 2009, 2010
Keldur
rætta