Feilur 40 er ein feilkoda, ið aloftast verður nýtt í samband við feilum/trupuleikum við teldu.

Feilur 40 merkir í høvuðsheitum at feilurin er 40 centimetrar frá trupuleikanum. Er trupuleikin í telduni, ja so er feilurin 40 cm. frá telduna. Hetta passar væl saman við tí frástøðu ein brúkari vanliga situr frá sínari teldu og merkir hetta sostatt at feilurin liggur hjá brúkarinum av telduni, tvs. ein brúkarafeilur.

Upprunaliga varð setningurin nýttur innanhýsis í ravmagnsvinnuni, soleiðis kundin ikki føldi seg raktan í fall hann hoyrdi teknikarnir tosa um ein feilur 40. Í dag er setningurin tó so breitt kendur og hava aðrar vinnur, kanska einamest KT-vinnan, tikið hann til sín og er tað tí ikki gjørligt at nýta hann á sama hátt sum fyrr.

Ein Skipan 60-feilur er av sama slagi. Feilurin er 60 cm. (uml. eina armslongd) frá skipanini.