Lat upp høvuðsmeny

Fyrri heimsbardagi byrjaði í august mánaði 1914. Upphavið til stríðið var tann sokallaða juli-kreppan í kjalarvørrinum av yvirgangsatsóknini í Sarajevo tann 28. juni 1914, tá serbiski tjóðskaparmaðurin Gavrilo Princip skeyt og drap eysturríkska trúnfylgjaran Franz Ferdinand og konu hansara Sophiu. Fyrst í august 1914 fingu føroyingar ófrættatíðindi um at stórkríggj var brostið á niðri á europiska meginlandinum. Brátt vórðu høvini stongd, skipaferðslan til Føroya og úr Føroyum varð steðgað. Tað sindrið av mati, sum var í landinum, og tað sindrið, sum við størsta vanda varð flutt higar til lands, varð skamtað, so hvør kundi fáa sín lítla part. Vit høvdu m.a. breyðkort, vit høvdu sukurkort, og uttan kort fekst hvørki sukur ella mjøl í handlunum. Skjótt fóru ymiskar vørur at tróta. Olja kom eingin til landið. Tað var einki av lata á lampuna, og einki at fylla á tangarnar á motorbátunum.

SøgaRætta

 
Krígsátøkini hjá stríðandi londunum høvdu við sær, at sigling til og frá meginlandinum, serliga Danmark, steðgaði mest sum upp.

Tað vardi ikki leingi fyrr enn føroyingar kendu avleiðingarnar av mikla krígnum. Sigling til og frá meginlandinum, serliga Danmark, steðgaði mest sum upp. Stríðandi londini framdu blokadur, herjaði á høvunum og fóru eftir skipum ið kundi hugsast at flyta neyðsynjarvørur til fíggindaland. Hetta førdi við sær at trot varð á teimum mest neyðturviligu vørunum. Brátt kundi breyð og sukur bert keypast við rationeringskorti - og kaffi og te gjørdist alt tvørligari og dýrari at fáa til høldar. Fyrstu krígsárini skortaði so mikið í, serliga hjá fátæka partinum av fólkinum, at talan varð um veruliga kreppustøðu. Um veturin var lítið av fiski at fáa og várróðurin í 1915 varð tarnaður av liggjandi óveðri. Trotsjúka tók seg upp orsakað av vantandi ella ov einstáttaðari føði og kravdi enntá mannalív millum tey veikastu, børn og eldri fólki. Oljugoymslurnar í landinum vóru brátt uppi og olja kom ikki longur til landið.

Tann 1. februar 1917 ásetti týska sjóverjan eitt sokallað krígsøki í havinum kring Bretland. Eitthvørt skip inni á økinum, kundi til eina og hvørja tíð vænta at verða álopin av týskum kavbátum. Til alla vanlukku fyri Føroyar, rakk økið langt inn á landgrunnin, heilt upp til Suðuroynna og umfataði sostatt eisini Føroya banka - ríkastu fiskileið vit áttu. Krígsøkið var serliga ætlað at raka bretsk áhugamál, farmaskipasigling og skipafylgi ið sigldu farm til Onglands. Føroyingar vónaðu at hóttanin ikki galt føroysk fiskifør og hildu, hóast vandan, áfram at fiska í økinum.

Men morgunin tann 23. mai 1917 rakti kríggið føroyskar fiskimenn í ólukkumát. Aksel Sivertsen, skipari á sluppini Elsu, sigur í Norðlýsinum frá at teir árla á morgni tann 23. vórðu steðgaðir av einum týskum kavbáti, ið skeyt við maskinbyrsu framman og aftanfyri skipið. Manningin tók skundisliga proviant við sær í bjargingarbátin og fór av Elsu. Teir róðu yvir til kavbátin, ið gav boð um at seks teirra skuldu koma upp á dekkið, teirra millum skipari og bestimaður. Tveir av kavbátamanningini fóru so umborð á bátin og fingu føroyingarnar at rógva yvir aftur til Elsu. Við sær høvdu teir brennievni – og brátt sá manningin á Elsu skipið standa í ljósum loga. Týska kavbátamanningin var illa við av støðuni, men har var onki at gera. Teir gjørdu eftir boðum, søgdu teir.

Manningin á Elsu fór so undir at rógva til lands. Tá teir høvdu róð einar fýra tímar, komu teir fram á sluppina Orion. Tá skiparin á Orion hoyrdi hvat var hent, gav hann boð um at kvetta snørini og seta segl. Teir høvdu tó ikki siglt leingi fyrr enn kavbáturin tók teir aftur og Orion fekk somu viðferð sum Elsa. Manningarnar báðar róðu síðan í felag til lands. Ávegis sóu teir tvær aðrar sluppir og ein trolara – men eisini kavbátin, ið nú stevndi móti trolaranum. Teir róðu alla náttina og fyrrapartin og komu til Skopunar klokkan seks kvøldið eftir.Tað skuldi vísa seg at 8 føroysk fiskifør vóru søkt tann 23. og 24 mai.

Øll skipini vóru søkt av sama kavbáti, UC 33, førdur av kaptein-loytnantinum Martin Schelle. Samanlagt søkti UC 33 36 skip undir krígnum, men varð sjálvur søktur av einum enskum patruljubáti í St. George's Channel tann 26, september 1917. Bert ein av teimum 27 monnunum umborð varð bjargaður. Meðan føroyingar flestir upplivdu fyrra heimsbardaga burturfrá, vóru aðrir ikki líka hepnir. Ein av teimum var tann 26 ára gamli Christian Ludwig Petersen úr Kvívík, sum fyri kríggið var fluttur til Kanada. Í mars 1916 varð Christian Petersen innkallaður til nýggju 108. battaljónina (Selkirk-Manitoba) í The Canadian Expeditionary Force (CEF), ið stríddist á europiskum vígvøllum. Longu 18. september sama ár, varð battaljónin send til Bretlands, har hon varð upptikin í 14. tiltaksbattaljónina, ið sendi tiltakshermenn til stríðseindirnar á meginlandinum. C. Petersen varð sendur til 16th Battalion (Canadian-Scottish), sum um tað mundið lá í Arras økinum í Fraklandi. Hetta var meðan ógvusliga stríðið um Vimy Ridge stóð á í 1917. Kanadisku battaljónirnar høvdu brúk fyri nýggjum fólki – í stríðnum um Vimy-Ridge til dømis misti 16. battaljón annan hvønn hermann.

Ungi føroyingurin kom úr øskuni í eldin. 16. battaljón luttók í bardøgum um Hill 70, Ypres og Passchendaele. Í 1918 luttóku teir í sokallaða ”100 Days Offensive” frá 8. august til krígsenda tann 11. november: Bardagarnir við Amiens, onnur orrustan um Arras, Scarpe og Drocourt-Quéant linjuna, og víðari til bardagarnar um Hindenburg linjuna og Canal du Nord - líka til seinasta álopið á Mons. Sum herdeildir flest í Fyrra heimsbardaga, hevði 16. battaljón stórt mannfall, og teir ið sluppu við lívinum noyddust at liva við tí strongd og sálarløstum, ið standast av stríðsminnum. C. Petersen var onki undantak. Tá hernaðarskyldan var av og hann varð heimsendur úr Evropa, flutti hann aftur til Føroya og gjørdist bóndi í Kaldbak.

Sí eisiniRætta