Sangurin Føroyar er sungin, innspældur og gjørdur av føroyska bólkinum Frændur. Sangurin varð útgivin á tónleikaútgávuni Frændur II í 1986.[1] Tað er Steintór Rasmussen, ið syngur. Sangurin var eitt stórt hitt í Føroyum síðst í 1980'árunum og verður ofta sungin til felagssang. Orð og lag eigur Steintór Rasmussen.[2]

Tekstur rætta

Kaga upp í himmalin
Sært tú fuglin har
Frælsur vil hann flúgva
Mong túsund míl frá tær
Hann breiðir sínar veingir út
Veittrar tær farvæl
Tá ferðin er at enda
Tú aftur fuglin sær
Tá er hann komin heim
Til Føroyar

Á køldum opnum havi
Spjaddar liggja tit
Grønar vakrar oyggjar
Hetta landið eiga vit
Tú dregur, tú argar
Tað er títt sinnalag
Títt freka blíða lyndi
Sjarmerandi er tað
Soleiðis kenna vit teg
Føroyar

Flúgva fagrir fuglar
Byggja reiður her
Og fiskur býr í sjónum
So langt sum eygað ber
At vitja fjallatindar
Mangur gleðir seg
Og sprýkja goymdar keldur
Um vit bora ígjøgnum teg
Og verða vit ríkari tá Føroyar
Og hvør verður ríkari tá
Føroyar

Hvat heldur tú um okkum
Vit rópa okkum tjóð
Á flaggdegi um várarnar
Tá tjøldur setast móð
Hvar eru tey, sum lovaðu
At lekja tíni sár
Sum misprýða og vannvirða
Ár eftir ár eftir ár eftir ár
Hvat heldur tú um føroyingar
Føroyar?

Við gittara og sangi
Eg spæli nú mítt lag
Sum um Føroyar var mín móðir
Og bað meg skriva tað
So eiggilig og gomul
Hon teskar: “barnið mítt,
Eg vildi at mítt ríkidømi
So væl varð býtt
Ímillum tey sum búgva her í Føroyum
Ímillum tey sum búgva her í Føroyum
So javnt millum føroyingar, Føroyar”

Keldur rætta