Føroyar á Paralympisku Leikunum
Føroyar luttóku fyri fyrstu ferð á Summar Paralympisku Leikunum í 1984, og hava luttikið hvørja ferð siðan. Føroyar hava ongantíð luttikið á Vetrar Paralympisku Leikunum. Svimjing er tann ítróttargreinin har Føroyar hava vunnið øll heiðursmerkini í, og svimjing er eisini við einum undantakið í 1992, tá Føroyar eisini hevði umboðan í borðtennis, einasta svimjigrein, ið Føroyar hava luttið við á Paralympisku Leikunum. Tað besta árið fyri Føroyar var 1988, tá føroysku luttararnir vunnu heili 7 heiðursmerki, harav eitt var gull, sum Christina Næss vann.[1] Heidi Andreasen er tað ítróttarfólki, sum hevur vunnið flest heiðursmerki fyri Føroyar á Paralympiaduni, hon hevur vunnið 5 heiðursmerki: 3 silvur og 2 bronsu. Fýra av hesum vann hon í 2000 og tað eina í 2004.
Listi yvir heiðursmerki
rættaHeiðursmerki | Navn | Leikir | Ítróttargrein | Kapping |
---|---|---|---|---|
bronsa | Katrin Johansen | 1988 Seoul | Svimjing | 100m rygg C8 |
silvur | Katrin Johansen | 1988 Seoul | Svimjing | 100m frí C8 |
gull | Christina Næss | 1988 Seoul | Svimjing | 100m rygg C3 |
silvur | Christina Næss | 1988 Seoul | Svimjing | 400m firvald C3-4 |
bronsa | Tóra við Keldu | 1988 Seoul | Svimjing | 100m firvald L6 |
bronsa | Tóra við Keldu | 1988 Seoul | Svimjing | 400m firvald L6 |
silvur | Tóra við Keldu | 1988 Seoul | Svimjing | 100m frí L6 |
silvur | Tóra við Keldu | 1996 Atlanta | Svimjing | 100m frí S10 |
bronsa | Heidi Andreasen | 2000 Sydney | Svimjing | 100m rygg S8 |
silvur | Heidi Andreasen | 2000 Sydney | Svimjing | 100m frí S8 |
silvur | Heidi Andreasen | 2000 Sydney | Svimjing | 400m frí S8 |
silvur | Heidi Andreasen | 2000 Sydney | Svimjing | 50m frí S8 |
bronsa | Heidi Andreasen | 2004 Athen | Svimjing | 400m frí S8 |