Føroya Rættur

(Ávíst frá Føroya rættur)

Føroya Rættur er dómstólurin í Føroyum. Her tekur dómarin, sum eisini verður nevndur Sorinskrivarin, støðu til lógarbrotini. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er danskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landsrættir eru, Vestari landsrættur í Viborg og Eystari landsrættur í Keypmannahavn, sum er tann, ið kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál.

Søgan

rætta

Her ein stuttur samandráttur av søguni, sum knýtir seg at føroya rætti. Samandrátturin er er at finna í bóklinginum "Dommeren - i det 20. århundrede", har Jógvan H. Andreassen, fyrrv. sorinskrivari hevur skriva partin um Føroyar.

Føroyar eru bygdar av norskum landnámsmonnum, og teir fyrstu teirra eru helst komnir higar í fyrru helvt av 800-talinum. Í fyrstuni høvdu oyggjarnar eina rættiliga sjálvstøðuga støðu við egnum altingi; men okkurt um 1035 gjørdist Føroyar norskt skattland, og norsk lóggáva trokaði seg meira og meira fram.

Eftir kongssfelagsskapin millum Danmark og Noreg, vórðu Føroyar framvegis roknaðar sum norskt land, og tað var framvegis norsk lóggáva, sum var galdandi her. Føroyar vóru, og eru býttar sundur í 6 sýslur, og hvør sýsla var roknað sum eitt sjálvstøðugt rættardømi.

Dómarnir á sýslutingunum, ella vártingunum, sum sýslutingini eisini vóru nevnd, kundu skjótast inn fyri løgtingið, sum var samansett av løgmanni og upprunaliga 36, seinni 48 løgrættumonnum – 8 fyri hvørja sýslu, har tó bert ein partur dømdi í teimum einstøku málunum. Í revsimálum var fútin ákæri, á vártingum tó viðhvørt í hansara stað viðkomandi sýslumaður.

Sorinskrivari hevur verið knýttur at løgtinginum heilt síðan umleið 1571; men hansara uppgáva var upprunaliga bert at vegleiða løgrættumenninar og at føra tingbókina. Seinni fekk sorinskrivarin mynduleika at døma á vártingunum. Í 1816 varð løgtingi avtikið og dómsvaldið í næstan øllum málum latið upp í hendurnar á sorinskrivaranum.

Eftir at Danmark hevði fingið sína egnu rættargangslóg, varð serlig rættargangslóg gjørd fyri Føroyar. Føroyska rættargangslógin líkist frá teirri donsku m.a. við tað, at Føroya rættur hevur dómsmyndugleika í øllum rættarmálum, og eru Føroyar eitt serligt nevningarættardømi við sorinskrivaranum sum rættarformanni. Til at skjóta rættarmál fyri Hægstarætt krevst ikki serligt loyvi.


Útvortis ávísingar

rætta
  • Dommeren - i det 20. århundrede.