Sosialurin er eitt føroyskt tíðindablað ið kom út fyrstu ferð 24. mai 1927 sum Føroya Social Demokrat. 14. apríl 1945 til 26. mars 1955 var navnið Føroya Sosial-Demokratur og eftir 2. apríl 1955 var tað Sosialurin.

Forsíða á Føroya Social Demokrat 24. mai í 1927

Søgan rætta

Sosialurin kom út fyrstu ferð 24. mai í 1927. Blaðið nevndist tá Føroya Social-demokrat og var málgagn hjá nýstovnaða Javnaðarflokkinum. Navnið broyttist eitt sindur við tíðini, so heitið fekk ein meira føroyskan dám, Føroya Sosialdemokratur, men millum manna varð blaðið stutt og greitt kallað Sosialurin, og í fimmtiárinum varð navnið broytt samsvarandi.

Blaðið virkaði fyrst og fremst sum málgagn fyrstu mongu árini, men mentist kortini til eitt tíðindablað. Hendan menning tók serliga dik á seg í sjeytiárunum, tá fleiri blaðfólk vórðu sett í starv.

Tá blaðið í 1982 flutti í nýggju blaðhúsini á Argjum - við egnari prentsmiðju í kjallaranum, var tað eitt sera stórt framstig.

Gjøgnum áttati- og nítiárini hevur blaðið lagt størri og størri dent á at gerast eitt veruligt tíðindablað og kjakblað, sum kundi hýsa øllum sjónarmiðjum.

Í 2000 løgdu Sosialurin og Dimmalætting prentsmiðjurnar saman í eina stóra prentsmiðju, sum hevur til húsa í hølum Dimmalættingar. Bæði bløðini arbeiddu í hvør sínum lag við at útbyggja prentsmiðjurnar - men samstarvsviljin vann tó, og báðir partar samdust um at leggja saman prentvirksemið.

Í 2004 gjørdi Sosialurin av at flyta alt virksemið heim í gomlu handilshølini hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni í Havn, sum stóðu klár tann 15. apríl í 2005 - nevnd Miðlahúsið í Vágsbotni.

Í februar í 2006 almannakunngjørdi Javnaðarflokkurin, at hann fór at selja alt blaðvirksemið, sum hevði við Sosialin at gera. Flokkurin var komin til ta niðurstøðu, at flokkurin ikki átti at eiga ein so stóran og týðandi miðil, sum Sosialurin var mentur til at vera. Endalig søluavtala varð gjørd í mai í 2006, tá Sp/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvsfólk á Sosialinum eiga, og Føroya Tele keyptu bæði partafeløgini aftan fyri Sosialin, Sp/F Sosialin og Sp/F Húsið fyri tilsamans 10 milliónir krónur. Á vári í 2008 keypti Miðlafelagið partabrøvini aftur frá Føroya Tele, og eigur Miðlafelagið nú allan partapeningin í Sp/F Sosialinum, sum er lagt saman við Sp/F Húsinum.

Sp/F Sosialurin eigur eisini allan partapeningin í Sp/F Miðlavarpinum, sum í 2007 keypti Rás2.

Frá 2010 eru tað Sosialurin og Nema, sum eiga P/F Prentmiðstøðina í felag. Sosialurin eigur 34 prosent og Nema 66%.

Á vári 2011 keypti Sosialurin VikuBlaðið, sum er eitt lýsingarblað, sum verður borðið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.

Sosialurin, Rás2, VikuBlaðið og in.fo verða rikin úr Miðlahúsinum í Vágsbotni.[1]

Blaðstjórar rætta

Keldur rætta

  1. Miðlahúsið á Facebook
  • Niels Thomsen og Jette D. Søllinge: De Danske aviser 1634 - 1989, bind 3, Odense 1991, s. 695

Ávísngar úteftir rætta