Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag er eitt føroyskt fakfelag fyri hjálparfólk, námsfrøðingar og leiðarar innan námsfrøðiliga virkisøki. Dagstovnar, barnagarðar, vøggustovur, frítíðarheim, ungdómshús, virksemishús, sambýli, bústovnar, verkstøð, dagtilhald, viðgerðarstovur, barnaheim osfr..

Búmerki Føroya Pedagogfelag

Felagið rætta

Felagið, ið varð stovnað hin 1. juni 1982, hevur sum endamál millum annað at virka fyri, at fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning.[1]

Núverandi nevndin (2021) rætta

  • Jógvan Philbrow, formaður[2]
  • Nikkil Heinesen, næstformaður
  • Gunnvá Akraberg Hansen, nevndarlimur
  • Annika Østerø, nevndarlimur
  • Harald Joensen, nevndarlimur

Fyrrverandi nevndir rætta

Fyrsta nevndin var Arne Jensen, Marin í Dali, Katrin Petersen, Ingrid Dalsgaard og Jórun Niclasen.

Forfólk rætta

  • Katrin Petersen, 1982-1984
  • Ingrid Dalsgaard, 1984-1986
  • Hildur Patursson, 1986-1998
  • Arne Jensen, 1992
  • Carita Bjørklund, 1998-2004
  • Jarvin F. Hansen, 2004-2010
  • Maud W. Hansen, 2010-2015
  • Jógvan Philbrow, 2015-

Ávísingar úteftir rætta

Keldur rætta

  1. Lógir felagsins, pedagogfelag.fo
  2. Nevndin, pedagogfelag.fo