Føroya Lívstrygging
Føroya Lívstrygging - ella bara Lív - varð sett á stovn 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging er tryggingarfelag, ið selur eftirlønar- og lívstryggingar til føroyingar. Lív heldur til í Quillingsgarði í Havn. Stjóri í felagnum er Tummas Eliasen.
Søga
rættaFrá stovnan og fram til 1998 hevði Føroya Lívstrygging tætt tilknýti til Tryggingarfelagið Føroyar, ella Tryggingarsambandið, sum tað kallaðist tá, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Hetta hóast Føroya Lívstrygging síðan byrjan hevur verið sjálvstøðugur stovnur. Síðan 1998 er hetta tilknýtið minkað niður í nærum einki, og stjórn og nevnd eru sett fyri P/F Føroya Lívstrygging.
1. januar 2000 varð Føroya Lívstrygging umskipað til partafelag.
Í 2007 fekk Lív kapping frá Tryggingarfelagnum Føroyar, ið fór undir eftirlønar og lívstryggingar virksemi við felagnum Betri pensjón.