Färjestaden
Färjestaden er ein býur í Mörbylånga kommunu, Kalmar län í Svøríki. Har búgva umleið 5.018 fólk (2010).[1] Býurin er tann størsti á oynni Öland. Býurin varð stovnaður í ferjutíðini, tá ferjur sigldu millum Öland og fastlandið, tað er eisini tað ið hevur givið býnum navnið sum merkir "ferjubýurin".
Í 1910 læt ein jarnbreyt upp, sum bant býin saman við restina av oynni. Ölandsbron er ein brúgv ið bindur oynna saman við fastlandið, hon liggur norðanfyri býin og varð vígd í 1972. Eftir tað hildu ferjurnar uppat við at sigla. Nógv av íbúgvunum hava arbeiði í Kalmnar á meginlandinum og pendla ímillum oynna og meginøkið.
Keldur
rættaSlóðir
rætta