Eysturskúlin er ein av fólkaskúlunum í Havn, hann liggur í Eysturbýnum í Havn og er 6000 fermetrar til støddar. Eysturskúlin er størsti skúlin í landinum við 521 næmingum í 2014. Næststørsti er Tórshavnar kommunuskúli við 452 næmingum Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum, fyrra byggistig var liðugt í 1974, tá vóru 10 skúlastovur. Annað byggistig var liðugt í 1980. Skúlin hevur ein svimjihyl, sum er 17 metrar langur. Har eru fakstovur av ymiskum slag. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt. Allir næmingarnir í 10.flokki í Tórshavnar kommunu eru í Nám X í Eysturskúlanum.

Í skúlanum ganga næmingar úr 1. til 10. flokk.

Skúlaárið 2012/13 rætta

Skúlaárið 2012/13 ganga 539 næmingar í til samans 17 flokkum og Nám X í Eysturskúlanum. Lærararnir eru 45, haraftrat eru 2 stuðlar. [1]

Keldur rætta

  1. Torshavn.fo

Slóðir rætta