Erla kongsdóttir (frøðiheiti: Motacilla alba) er lítið spurvaslag við longum veli. Hon flýgur dandandi, og tá ið hon situr, nikkar hon við høvdinum og slettir alla tíðina velið upp og niður. Hon rennur skjótt og veiðir flugur bæði niðri í fjøruni og uppi í luftini. Erlur eru vanliga einsamallar ella í smáum flokkum. Tær halda mest til við áir og við sjóvarmálan, har tær eisini hava reiður. Bara eini 10-20 pør eiga í Føroyum. Erlur halda ofta til niðri í fjøruni, tá ið bútíðin er av. Um veturin eru tær í Afrika.

Motacilla alba
Cuculus canorus canorus + Motacilla alba

Erla kongsdóttir kemur um somu tíð sum steinstólpan, og hon hevur longri vegin, tí hon er sunnari í Afrika um veturin. Hon er vakur og snotiligur fuglur. Nakkin og velið eru svørt, pannan og vangarnir og búkurin hvít, kápan reinlitt grá; hálsurin og bringan og veingirnir eru svørt og hvít.

Sí eisini rætta