Erinna (grikskt: Ἤριννα) var ein kendur grikskur yrkjari úr Rodos. Hon livdi umleið ár 600 f.Kr. og livdi um somu tíð sum Sapfo, sum hon var góð vinkona við. Man veit ikki við vissu, hvar hon var fødd, nakrar keldur nevna oynnar Tilos, Tenos ella Rhodos og eisini verður Teos í Jonia nevndur. Hon doyði bert 19-ára gomul. Av yrkingum hennara er tað serliga Elakate, eitt episkt skaldaverk, ið fevnir um umleið 300 vers, harav bert nøkur fá brot eru varveitt og hvørs ektheit er ivasom. Hon skrivaði eisini epigram, harav nøkur (sanlíkt ektaði) finnast í varveitslu.

Sapfo og Erinna í einum hava á oynni Lesbos í Grikkalandi.

Eitt kratur á Venus er uppkallað eftir henni.