Epiktetos (á forngrikskum Ἐπίκτητος, á donskum Epiktet), føddur um 55, deyður um 135, var grikskur stóiskur heimspekingur. Hann er saman við Seneca og Marcus Aurelius ein av hinum størstu stóikunum.

Myndprýðing av Epiktetos.

Epiktetos varð føddur sum trælur í Hierapolis í Frygia (nú Pamukkale í Turkalandi). Sum ungur maður fór hann til Róm, har hann seinni varð frælsur maður. Eftir hetta arbeiddi Epiktetos sum lærari í heimspeki til hann varð tvingaður at fara í útlegd av keisari Domitianus um ár 93. Hareftir búði Epiktetos í Nikopolis í Grikkalandi til deyða hansara. Læra Epiktetos var uppskrivað av næmingi hansara Arrianos í verkini Handbók Epiktetos og Lívsvísdómur Epiktetos.