Enid Mary Blyton (fødd 11. august 1897, deyð 28. november 1968) var ein enskur barnabókarithøvundur, hvørs bøkur hava verið millum tær mest seldu í heiminum síðan 1930-árini, har tað eru seldar meira enn 600 milliónir eintøk. Bøkur hennara eru enn sera væl umtóktar og eru týddar til 90 mál. Fyrsta bók hennara Child Whispers, eitt yrkingasavn á 24 síður varð útgivið í 1922. Hon skrivaði um fleiri ymisk evni, teirra millum útbúgving, náttúrusøga, hugflog, loyndarmál og bíbliusøgur og er kendast fyri Noddy, Famous Five (á donskum: De fem) og Secret Seven røðirnar.

Enid Blyton
Fødd(ur) Enid Mary Blyton
(1897-08-11)11. august 1897
East Dulwich, Suður-London, England
Andaðist 28. november 1968(1968-11-28) (aldur 71)
Hampstead, London, England
Hvíldarstaður Golders Green Crematorium
Skaldanavn Mary Pollock
Starv
  • Skaldsøguhøvundur
  • skald
  • lærari
Tíðarskeið 1922–1968
Slag Barnabókmentir
Týðandi verk
Hjúnafelagi
Børn
Skyldfólk
  • Carey (systur/bróðursonur) og Hanly Blyton (bróðir)

Undirskrift Mynd:Enidblytonsig..jpg
Heimasíða
www.enidblytonsociety.co.uk