Emil úr Lønneberg
Emil úr Lønneberg eitur ein røð av barnabókmentum, sum svenski rithøvundin Astrid Lindgren skrivar. Bøkurnar um Emil eru týddar til heili 53 mál og eru seldar í 30 mió. eintøkum kring heimin. Í øðrum londum, eins og hjá okkum í Føroyum, eitur hann fyri tað mesta Emil, men í Týsklandi er hann kendur sum Michel og í Finnlandi sum Eemeli.
Tær tríggjar bøkurnar við søgum um Emil eru:
- Emil í Lønnibergi - á svenskum í 1963 og fyrstu ferð á føroyskum í 1978.
- Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd – á svenskum í 1966 og fyrstu ferð á føroyskum í 1996.
- Enn livir Emil í Lønnibergi – á svenskum í 1970 og á føroyskum í 2022.
Bøkurnar um Emil í Lønnibergi eru eisini gjørdar til vælumtóktar filmar.