Eindrúvuvín er framleitt av einum høvuðs drúvuslagi og lítlari nøgd av øðrum drúvusløgum. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu stórur partur av høvuðsdrúvuni skal vera í víninum, fyri at vínið kann kallast eitt eindrúvuvín, men ein tummilsregla sigur umleið 75 % - 90 %. Flestu amerikonsku vínini eru eindrúvuvín. Her kunnu nevnast Cabernet Sauvignon og Chardonnay. Eindrúvuvín í Fraklandi eru í Bordeaux og Bourgogne.