EB/Streymur/Skála
føroyskt fótbóltsfelag fyri kvinnur
EB/Streymur/Skála (kvinnur) er eitt felagslið í føroyskum kvinnufótbólti, sum byrjaði í 2013, sum eitt samstarv millum EB/Streym og Skála ÍF. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála var tað fyrsta fótbóltsliðið, ið megnaði at støðga sigursrøðini hjá KÍ kvinnunum í fleiri ár. Tær vunnu 2-0 á heimavølli 26. mai 2013 móti KÍ. Samstundis var hetta fyrsta ferðin, at KÍ tapti á útivølli síðani 22. apríl 2007.[1]
Fult navn | EB/Streymur/Skála | ||
---|---|---|---|
Kelinavn | EBS/Skála | ||
Stovnað | 2013 | ||
Vøllur |
undir Mýruhjalla, Skála við Margáir, Streymnes | ||
Venjari | Mathias Davidsen | ||
Deild | 1. deild kvinnur | ||
2023 | 7. | ||
|
EB/Streymur/Skála vann á fyrsta sinni finaluna í steypakappingini í 2017, tá liðið vann finaluna 3-2 móti HB. Seinni sama ár, hin 7. oktober 2017, vann liðið FM á fyrsta sinni, og tað var samstundis fyrstu ferð í 21. øld, at eitt annað lið enn KÍ vann FM-heitið.[2]
Hópurin
rætta
|
|
Heiður
rætta- Føroyameistarar í fótbólti: 2017
- Steypakappingin
- Vinnarar: 2017
Venjarar
rætta- Poul G. Olsen (2013–2015)
- Argentina Erik Ernesto Nielsen (2016–)
Keldur
rætta- ↑ Faroesoccer.com EBS/Skála basti KÍ
- ↑ Hansen, Jóannes (7. oktober 2017). "EBS/Skála koppaði KÍ". in.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-10-07. https://web.archive.org/web/20171007221532/http://www.in.fo/news-detail/ebsskala-koppadi-ki-1/?L=dvzuamvwwamxkl&cHash=90c82a1e326e7d7d3af818cf157d5c9c. Heintað 7. oktober 2017.