Dries van Noten (føddur 12. mai 1958 í Antwerpen) er ein belgiskur mótasniðgevi. Í 2005 skrivaði New York Times at hann var ein av best umtóktu mótasniðgevum innan mótaheimin ("one of fashion's most cerebral designers").[1] Stílur hansara er sagdur at vera eksenstriskur ("eccentric"), og gjørdist ópopulerur í tí langa tíðarskeiðnum har minimalisma var í hæddini tíðliga í 1990-árunum, men fekk so eitt come back mitt í 2000-árunum,[1][2] og í 2008 vann hann International Award of the Council of Fashion Designers of America. Sama árið sniðgav hann klæðir til sjónleikarinnuna Cate Blanchett til handanina av Oscar-virðislønini, og helt fram við at sniðgeva kjólar til hana til tiltøk á reyða teppinum síðan tá.[3]

Dries van Noten

Aðrir kendir kundar hansara eru eitt nú Prinsessa Mathilde av Belgia,[4] og sjónleikarinnan Maggie Gyllenhaal.[5]

Keldur rætta

Slóðir úteftir rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið