Dilkadagur
Dilkadagur er høgtíðardagur um heystið, tá okkurt serliga gott varð havt til matna. Tríggir dagar um heystið bera hetta heitið: mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgannadagur 1. november.
Navnið dilkadagur kemur av orðinum dilkur, sum hevur ymsa merking ymsastaðni í oyggjunum, men fyri tað mesta merkir gott lamb ella góður matur av lambi, eitt nú blóðmørur og lambskjøt, ið man sipa til, at hesir dagar hava verið hildnir sum høgtíðardagar.