Dan Uzan (føddur 1977, deyður 15. februar 2015) var ein danskur kurvabóltsleikari, samfelagsfrøðingur, vaktarmaður, ið hoyrdi til jødiska samfelagið í Danmark, og sum bleiv myrður orsakað av sínarai trúgv av einum muslimskum yvirgangsmanni undir yvirgangsálopunum í Keypmannahavn hin 14. og 15. februar 2015. Skotálopið á synagonguna hendi umleið ein hálvan tíma eftir miðnátt. Seinnapartin dagin fyri fór eitt annað skotálop fram móti Krudttønden í Keypmannahavn, har ein maður doyði og tríggir løgreglumenn vóru særdir. Hann varð útbúgvin samfelagsfrøðingur (cand. polit.). Hann hevur starvast fyri SAS og fyri Tiger-handilsketuna. Foreldur hansara vóru av donskum og ísraelskum uppruna, mamman er donsk, pápin er ísraeli. Dan var næstelstur og vaks upp í Hvidovre. Hann gekk í jødiska skúlanum, Carolineskolen. Hann spældi fótbólt í jødiska felagnum Hakoah, sum málmaður, og luttók í fimm altjóða jødiskum ítróttastevnum, Maccabiadur, og umboðaði Danmark og felagið sum málmaður.[1] Eitt skifti búði hann í Ísrael, har hann lærdi seg hebraiskt.[2]

Blómur frammanfyri Københavns Synagoge hin 15. februar 2015 eftir skotálopið, har ið Dan Uzan varð myrður.

Lívsleið og deyði

rætta

Lívsleið sum ítróttamaður

rætta

Dan Uzan var 205 cm høgur. Hann spældi kurvabólt frá 1996 við danska felagnum Hørsholm 79ers. Fyrst spældi hann við ungdómsliðnum, síðan spældi hann í meistaradeildini og frá 2010 spældi hann sum veteranur við Høbas, sum er eitt veteranlið í sama felag.[3][4]

Uzan hevur eisini spælt fótbólt við jødiska fótbóltsfelagnum Hakoah í fleiri ár, hann var málmaður.[5][6] Fótbóltsvenjari hansara, Tage Skolnik, ið var venjari hjá Dan Uzan frá 1995 til 2007, minnist hann sum ein góðan vin, ið altíð møtti til venjing.

Myrður í yvirgangsálopi

rætta

Dan Uzan, ið var 37-ára gamal, tá ið hendingin fór fram, stóð sum vaktarmaður uttanfyri eitt mentanarhús, ið var aftanfyri jødisku synagoguna í Krystalgade í Keypmannahavn, tá ið tann mistonkti drápsmaðurin, hin 22 ára gamli Omar Abdel Hamid El-Hussein, skeyt Dan í høvdið. Hann doyði av skotunum. Dan stóð sum sjálvboðin vaktarmaður uttanfyri synagonguna, meðan ein ein veitsla fór fram í einum høli inni í synagoguni, tí ein genta helt sína bat mitzva (svarar nøkulunda til eina konfirmatión). Tveir løgreglumenn vóru eisini raktir av skotum í armar og bein, men vóru ikki í lívsvanda. Dan Uzan varð eftir álopið og deyða sín heiðraður sum ein hetja, tí hann var við til at forða fyri at eitt hópdráp kundi fari fram, um yvirgangsmaðurin slapp inn í synagoguna, har umleið 80 fólk vóru.[7]

Jarðarferðin

rætta

Dan Uzan fór til jarðar hin 18. februar 2015. Fleiri hundrað fólk fylgdu honum til jarðar, millum onnur vóru danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt og løgmálaráðharrin Mette Frederiksen og fylgdu.[8] Hann varð grivin í Mosaisk Vester Begravelsesplads.[9]

Heiður

rætta

Uzan varð í 2015 heiðraður posthumt av franska ríkinum við heiðursmerkinum Médaille du Courage (dirvismedaljan).[10] Í desember sama árið, varð hann av danska tíðindablaðnum Berlingske valdur til Ársins dana fyri árið 2015.[11]

Keldur

rætta