Dagfinn Olsen (føddur 16. september 1967) er ein føroyskur tónleikari og sangskrivari, hann spælir bass og onnur ljóðføri.

Lívsleið sum tónleikari rætta

Hann byrjaði í bólkinum Springs úr Hoyvík, sum hann og floksfelagar stovnaðu á heilt ungum árum- bólkurin spældi kring landið í áttatiárinum - fløga kom út í 1989. Hann hevur útgivið fleiri sangir og eina fløgu undir egnum navni við bólkinum Dagfinn og Impulz. Dagfinn vaks upp í Havn og Hoyvík, men býr nú suðuri í Vági. Hann er útbúgvin lærari og starvast í Vágs Skúla. Hann hevur eitt nú skrivað sangir sum "Fagri flokkur", sum Kim Hansen syngur, tann sangurin er útgivin á Dagfinn og Impulz og á trimum uppsamlingsfløgum. Onnur kend løg hjá Dagfinn Olsen eru t.d Vovið av Guði, Prikkuta Mona, Lotið, Fortíð Nútíð Altíð (Rock í Føroyum 2) og Jóansøkudreymur. [1] Dagfinn hevur nakrar ferðir gjørt sangir sum skúlaflokkar, ið hann undirvísir, syngja, eitt nú sangurin "Fílafitti" (1. regla: Fýra fittar fílaføtur, fóru út at spáka ), sum 3. flokkur í Vágs skúla í 2007/08 sang, hann er útgivin á útgávuni Blandað Drops - Børn í Vágs Skúla syngja,(2021), og var við í uppskoti til nýggja Skúlasangbók.[2]

Tónleikaútgávur rætta

Stovnandi limur Í Springs: Bólkur úr Hoyvík frá áttatiárunum, ið gav fløgu út í 1989

Dagfinn og Impulz rætta

  • 1997 - Dagfinn og Impulz - Livdu av mánalýsi eina - Yrkingar eftir Dagfinn Olsen, Georg L. Petersen og Búa Tyril.[3] Kim Hansen syngur Vón og Fagri flokkur, Gunhild Andreasen syngur Livdu av mánalýsi eina, Katja Simonsen syngur Svikin og Hjálpir tað nakað? - Sangir: Vón, Prikkuta Mona, Fagri flokkur, Livdu av mánalýsi eina, Yahi.
  • 1999- Rock í Føroyum 2. Fortíð, Nútíð, Altíð. (Lag: Dagfinn Olsen/orð: Dagfinn Olsen/Hjalmar Magnussen) Bólkur: Hvarv
  • 2000 - Vælskapt brek - Vovið av Gudi - Hjalmar Magnussen syngur.[4] Bólkur: Hvarv

2021; Blandað Drops - Børn í Vágs skúla syngja. Fløga við sangum og barnasangum.

2022; Stjørnan lýsti (jólalag) Blandað Jóladrops - børn í Vágs skúla syngja. Tónleikarar: Magni husgaard, Dagfinn Olsen, Hans Petur í Brekkunum, Kim Hansen.

Uppsamlingsfløgur rætta

  • 1999 - Komið øll við, Tutl, (Fagri flokkur)
  • 2002 - Popp List (Fagri flokkur)[5]
  • 2005 - Alt (útgáva hjá Kim Hansen, Fagri flokkur og Vón frá fløguni Dagfinn og Impulz)


Sangbók

Í bókini SYNG hevur Dagfinn tveir sangir við: Fagri Flokkur og Vovið av Guði

Fagri Flokkur er eisini í Okkara Sangbók

Keldur rætta

  1. Fagri flokkur á Youtube.com
  2. Skulasangbokin.fo[deyð leinkja] Uppskot
  3. Bfl.fo[deyð leinkja] Dagfinn og Impulz, fløga
  4. Vovið av Gudi á Youtube.com
  5. Rateyourmusic.com

Slóðir úteftir rætta