Dúnbjørk
Dúnbjørk (Betula pubescens) er eitt leyvtræ í birkifamiljuni, sum er vanligt í Norður-Evropa. Slagið er harðført og skjóttvaksandi og verður miðalstórt. Dúnbjørk var upprunavøkstur í Føroyum, men varð avoydd tá fólk og fæ búsettust í oyggjunum.
Í Føroyum
rættaDúnbjørkin er avoydd í Føroyum, men heilir træbular eru funnir í mógvinum, t.d. uppi við Eiðisvatn tá útbyggingin fór fram har. Í nýggjari tíð er dúnbjørk gróðursett aftur í føroyskum viðarlundum og urtagørðum.