Curaçao (úttalast Kurasaw; Papiamento: Kòrsou) er ein oyggj og eitt sjálvstýrandi land í Suðurkaribiska havinum tætt við strondina á Venezuela. Oyggin er partur av Niðurlendska Karibia og fekk sjálvstýri í 2010 og er ein partur av Niðurlendska kongsríkinum, men er eins og Føroyar ikki partur av ES. Landið Curaçao er høvuðsoyggin og tann lítla óbygda oyggin ið nevnist Klein Curaçao (Lítla Curaçao).

Flaggið hjá Curaçao
Kort av Curaçao frá 1836
Curaçao
Handelskade in Willemstad, Curaçao

Curaçao er ein av teimum trimum ABC-oyggjunum. Fólkatalið er gott 150.000, landið fevnir um 444 km2. Høvuðsstaðurin eitur Willemstad.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið