Crailsheim er ein býur í Týsklandi. Býurin liggur í týska statinum Baden-Württemberg. Í býnum búgva 32 342 fólk (2011). Býurin liggur báðumegin ánna Jagst. Fólk hava búð á staðnum síðan 7. øld, men tað fyrsta skrivliga skjalið, ið prógvar at býurin hevur verið til, er frá 1136. Í 1875 fekk býurin eina jarnbreytastað ið er partur av Stuttgart – Nürnberg linjuni.

Crailsheim


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið