Corniskt ella Kornbretskt (corniskt: Kernowek ella Kernewek) hoyrir til Brythonisku málini. Corniskt, ið søguliga varð tosað í Cornwall, doyði út í 18'du øld, og seinasti persónur ið hevði corniskt sum móðurmál, sigst hava verið Dorothy Pentreath ið doyði í 1777.

Corniskt - Kornbretskt
(Kernowek - Kernewek)
Tosað í: Cornwall (UK)
Sum móðurmál:
(Nøkur fá undir 20 ár) (2003),
sum nr. tvey mál:
600 (2003)
3.500 (2008)
Tosandi íalt: 3.500 (2008)

Útdeytt sum talumál í 18. øld, afturlívgað í 1904
Málætt: Indo-evropeiskt

  keltiskt
    oyggja-keltiskt
     brythoniskt
      corniskt.

Málkotur
ISO 639-1: kw
ISO 639-2: cor
ISO 639-3: cor

.

Stigvísa afturgongdin hjá corniskum talumáli eftir øki, í tíðarskeiðinum 1350-1750

Í 19'du øld kyknaði tjóðskaparkenslan í Cornwall, og í 20'du øld varð farið undir at afturlívga corniska tungumálið út frá varðveittum tekstum frá miðøldini. Í dag eru um 3.500 fólk ið hava kunnskap til corniskt, men bert eini 200 duga tað flótandi. Nøkur børn vaksa nú eisini upp við corniskum sum móðurmáli.

Í miðøld, meðan corniskt framvegis var høvuðsmálið í Cornwall, vórðu drama skrivað á corniskum. Í dag verður aftur skrivað á corniskum, kendasti rithøvundurin er Tim Saunders. Eisini finnast tónleikabólkar, so sum Skwardya og Krena ið syngja á corniskum.

Tekst dømi

rætta

Yma pub den genys frank hag equal yn dynyta hag yn gwyryow. Ymons y enduys gans reson ha keskans hag y tal dhedhans omdhon an eyl orth y gela yn sperys a vredereth.
Artikul 1 í Altjóða yvirlýsing av mannarættindum

Agan Tas ni, eus y’n nev,
bennigys re bo dha hanow.
Re dheffo dha wlaskor,
Dha vodh re bo gwrys y’n nor kepar hag y’n nev.
Ro dhyn ni hedhyw agan bara pub dydh oll,
ha gav dhyn agan kammweyth
kepar dell evyn nyni
dhe’n re na eus ow kammwul er agan pynn ni;
ha na wra agan gorra yn temptashyon,
mes delyrv ni dhiworth drog.
Rag dhiso jy yw an wlaskor,
ha’n galloes ha’n gordhyans,
bys vykken ha bynari.
Yndella re bo!|
Pader Agan Arloedh|Faðir Vár bønin


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið