Upphavsrættur
(Ávíst frá Copyright)
Upphavsrættur (á enskum: copyright) er ein avmarkaður rættur, sum fólk, sum skapa verk hava til at ráða yvir verkinum.
Upphavsrættur í Føroyum
rættaUpphavsrættur varð yvirtikið sum føroyskt málsøki frá Danmark 1.januar 2010. Tað tók tó nøkur ár at smíða føroysku lógina, sum kom í gildi 30.apríl 2015. Í lógini verður staðfest, hvat tú kanst og ikki kanst gera við tilfar, sum onnur hava skapað. Hetta tilfar kann vera myndir, tekstir, tónleikur, filmur og telduforrit. Eftir lógini verður loyvi givið til ein felagsskap at umsita upphavsrætt í Føroyum. Fjølrit hevur loyvi frá Mentamálaráðnum at virka sum umsitingarfelagsskapur.
Keldur
rættaKapittul 3 "Felags umsiting av upphavsrættargjøldum" §40 "Góðkenning av upphavsrættarfelagsskapi"