Comité flamand de France

fronsk sjálvsognarstovnur

Flamska nevndin í Fraklandi er ein fronsk sjálvsognarstovnur og eitt vísindafelag, ið vigar seg kanningum, varðveitslu og útbreiðslu av flamskari mentan í Franska Flamskalandi, við serligum áhuga á máli, bókmentum og søgu. Nevndin varð stovnað tann 10. apríl 1853 í Dunkerque undir leiðslu Edmond de Coussemaker, og fekk franska navnið Comité flamand de France.[1] Hon hevur verið virkin síðani tá og er eitt av elstu vísindafeløgunum í Fraklandi.

Nevndin hevur høvuðssæti í Hazebrouck, har hon rekur eitt serfrøðibókasavn til varðveitslu og savning av egnum ritum og verkum frá økinum. Harumframt hevur hon ábyrgdina av at umsita savnini á Jeanne Devos-savninum í Wormhout.

Keldur

rætta
  1. Raymond de Bertrand (1859). Société dunkerquoise pour l'encouragement des sciences, des lettres et des arts, ed. Mémoires de la Société dunkerquoise pour l'encouragement des sciences, des lettres et des arts (in French) 6. Monographie de la rue David d'Angers à Dunkerque – Comité flamand de France. Dunkerque: Typographie Benjamin Kien. pp. 310–316. 

Slóðir úteftir

rætta