ComicWiki er ein donsk wiki um teknirøðir eftir sama leisti sum Wikipedia, men avmarkað til alt, sum hevur við teknirøðir at gera.

Greinarnar á ComicWiki kunnu snúgva seg um almenn evni innan teknirøðir sum t.d. Dunnaldur Dunna, Asterix, Lucky Luke, Tintin, Blueberry, evni sum eisini eru at finna á nógvum wikipedium; men eisini um meira avmarkað evni, sum vanliga ikki rúm er fyri á almennum wikipedium, sum t.d. Familien Ands stamtræ, Asterix erobrer Rom, Lucky Luke 1946-50, Tintin i Sovjet, Den unge Blueberry.

Eisini føroyskar teknirøðir verða stutt viðgjørdar á ComicWiki.

Seriewikin er ein tilsvarandi svensk wiki um teknirøðir. Skandinaviskar teknirøðir verða skrásettar í databasuni Minetegneserier.

Ávísingar úteftir rætta