Colorado Springs er ein stórbýur í amerikanska stakríkinum Colorado.

Colorado Springs

Býurin varð settur á stovn í 1871 og hevði í 2018 meiri enn 472.000 íbúgvar. Harvið er hann næststørsti býur í stakríkinum, næst eftir Denver, ið er høvuðsstaðurin í Colorado.[1][2]

Colorado Springs liggur næstan 100 kilometrar sunnanfyri Denver, millum Suðurklettafjøll í vestri og Stóru Grasfløturnar í eystri. Áin Fountain Creek rennur ígjøgnum býin. Væl kendi fjallatindur Pikes Peak, ið er 4.302 metrar høgur, tekur seg upp tætt við býin.

Myndir rætta

Ávísingar úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 38°50′02″N 104°49′31″W / 38.83389°N 104.82528°W / 38.83389; -104.82528

Keldur rætta

  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana