Christopher Plummer
Arthur Christopher Orme Plummer (føddur 13. desember 1929 í Toronto, Ontario, Kanada, deyður 5. februar 2021 í Weston í Connecticut, USA) var ein kanadiskur sjónleikari.
Christopher Plummer hevur framført á palli, í filmum og í sjónvarpsfilmum. Hann spældi sín fyrsta filmsleiklut í 1958, men fekk sítt stóra gjøgnumbrot, tá hann spældi leiklutin sum Georg von Trapp kapteinur í sangleikinum Sound of Music frá 1965.[1]
Hann varð tríggjar ferðir tilnevndur Oscar-virðisløn og í 2011 vann hann ein Oscar fyri besta mannliga hjáleiklutin fyri sín leiklut í filminum Beginners.[2]
Slóðir úteftir
rætta- Christopher Plummer á Internet Movie Database
Keldur
rætta- ↑ Christopher Plummer farin, dimma.fo, 6.02.2021
- ↑ Christopher Plummer, oscars.org