Christoffer von Gabel

Christoffer von Gabel (føddur 6. januar 1617 í Glückstadt, doyði 13. oktober 1673) var ein danskur embætismaður og vinnulívsmaður, sum í eitt tíðarskeið hevði einarætt til at reka handilsvirksemi í Føroyum. Undir Fríðriki III hevði hann stórt vald í Danmark. Hann var elsti sonur keypmannin Waldemar Gabel og Annu von Horn. Hann var faðir Frederik Gabel, ið gjørdist embætismaður í Noregi. Tá ið foreldur hansara doyðu í 1641, arvaði hann rættindini at virka sum handilmaður eftir faðir sín. Fyrstu ferð, hann verður nevndur í skrivligum keldum, er í 1639, tá ið hann var í tænastu hjá Frederik av Danmark, ið seinni gjørdist kongur, men tá var erkibiskupur í Bremen. Hann fylgdi Frederik til Keypmannahavnar, tá ið hesin gjørdist Frederk III kongur av Danmark. Gabel gjørdist tá skrivari hjá nýggja konginum. Tá ið Karl 10. Gustav av Svøríki aftur byrjaði eitt kríggj, fór Gabel eftir egnum initiativi úr Hamburg til Holland fyri at fáa hollendska handilflotan at hjálpa dønum. Tá ið flotin fór til Keypmannahavnar, var Gabel sjálvur við.

Christoffer von Gabel

Undir 1660 ára ríkisdegnum var hann danska kongsins umboðsmaður í forhandlingum við biskup Hans Svane og borgarstjóran Hans Nansen og spældi harvið ein týðandi leiklut, tá ið einaveldi varð innført. Sum løn gjørdist hann rentumeistari og assessor i Statskollegiunum og í Hægsta dómstólinum.

Hann luttók eitt nú í 1661 í undirhandlingum við Corfitz Ulfeldt og Kai Lykke, sum hann tvingaði til at rinda stórar bøtur. Í 1664 gjørdist hann aðalmaður og gjørdist geheimaráð og stathaldari í Keypmannahavn. Alla tað tíð ið Frederik III var kongur, hevði Gabel stórt vald og fekk stýr á danska búskapin. So skjótt sum kong Frederk var deyður í 1670 var Christoffer von Gabel uppsagdur og mist alt sítt vald uttan ræðið yvir Føroyar.

Christoffer von Gabel varð móti endanum av Tredivuárakrígnum útnevndur til kongaligan proviantmeistara við tað Brandenburgska Hoffið. Hann var giftur við Ermegaard Badenhaupt, dóttir rentumeistaran í bispadøminum Verden. Tey fingu fleiri børn saman, eitt nú Frederik Gabel í 1645, ið frá 1673 var amtmaður yvir Føroyum og frá 1689 var amtmaður yvir Sorø og Ringsted. Í 1699 gjørdist hann varastathaldari í Noregi, beint eftir at Frederik IV var blivin kongur. Harvið vóru stiftamtmansskapið yvir Akershus Stift og guvernørsessurin í Føroyum tvinnaði saman. Frederik Gabel doyði 21. juni 1708 í Keypmannahavn og hevði tá stóra skuld, tí hann brúkti meira enn inntøkurnar vóru til.[1]

Gablatíðin í Føroyum er í søgu Føroya kend sum ein hørð tíð, ið vardi frá 1662–1709.

Keldur

rætta
  1. runeberg.org