Charles Darwin
Charles Darwin (12. februar 1809 – 19. apríl 1882) var ein bretskur lívfrøðingur. Tað var á síni rannsóknarferð við "Beagle", at Darwin fekk hugskotið til arvalæru sína (menningarlæruna). "Beagle" vitjaði Galapagosoyggjarnar, og har sá Darwin, at sami upprunaligi fuglurin - finkan - gjøgnum tíðina var vorðin til eini tjúgu ymisk sløg av fuglum, hvør við sínum serligu eginleikum. Tað gingu tó útvið tjúgu ár eftir at Darwin kom aftur av ferðini, áðrenn úrslitini og niðurstøðurnar, hann gjørdi sær, komu út í bók. Men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bókin "The Origin of Species" gjørdist ein hin mest týðandi bókin í heiminum, og enn tann dag í dag verður arvalæran dúgliga umrødd millum leikfólk.
Hygg eisini at
rættaKeldur
rætta