Central Park er ein stór park á Manhattan í New York City. Við umleið 25 milliónum vitjandi hvørt ár er parkin tann mest vitjaða býarparkin í USA. Tað at parkin ofta verður nýtt í filmum hevur gjørt parkina til eina av kendastu býarparkum í heiminum. Central Park hevur mark móti norði til West 110th Street, móti vestri til Eighth Avenue og móti suðri til West 59th Street. Hesar gøtur verða vanliga umrøddar sum ávikavist "Central Park North, "Central Park West" og "Central Park South". Móti eystri hevur parkin mark til Fifth Avenue.

Central Park
The Pond and Hallett Nature Sanctuary í landsynningspartinum av parkini
Central Park liggur í New York City
Central Park
Central Park liggur í New York
Central Park
Central Park liggur í USA
Central Park
Staðseting
Slag Býarpark
Staður Manhattan í New York City, USA
Koordinatir 40°47′N 73°58′W / 40.783°N 73.967°W / 40.783; -73.967Coordinates: 40°47′N 73°58′W / 40.783°N 73.967°W / 40.783; -73.967
Øki 3,41 km2[1]
Skapað 1857
Eigari New York City Department of Parks and Recreation
Rikin av Central Park Conservancy
Vitjandi about 37,5 milliónir um árið[2][3]
Støða Opin alt árið
Arkitektur Frederick Law Olmsted (1822–1903), Calvert Vaux (1824–1895)
NRHP Kelda # 66000538
Týðandi dagar
Lagt til NRHP October 15, 1966[4]
Útnevnt til NHL May 23, 1963

Tær fyrstu ætlanirnar til parkina vóru útintar í 1857 av landslagsarkitektunum Frederick Law Olmsted og Calvert Vaux, og sjálvt um parkin sær náttúrlig út, so er alt nágreiniliga lagt til rættis. Parkin hevur manngjørd vøtn, langar rásir, tveir skoytuvøllir, eitt náttúru lange vandrestier, to skøjtebaner, eitt friðað øki, øki ið eru ætlað til ymiskar ítróttagreinir og spælipláss. Parkin er vælvitjað av flytifuglum, og tí eisini av fólkum ið eygleiða fuglar. Tann 10 kilometrar langi vegurin kring parkina er væl dámdur av rennarum, súkklarum og fólki á rulliskoytum.

Keldur

rætta
  1. "About the Central Park Conservancy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann March 10, 2014. https://web.archive.org/web/20140310211651/http://www.centralparknyc.org/about/about-cpc/. Heintað July 15, 2010. 
  2. "World's Most-Visited Tourist Attractions". Travel + Leisure by various contributors. October 2011. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann March 26, 2014. https://web.archive.org/web/20140326000647/http://www.centralparknyc.org/about/about-cpc/. Heintað January 13, 2012. 
  3. "No. 2 Central Park, New York City". Travel + Leisure. October 2011. http://www.travelandleisure.com/articles/worlds-most-visited-tourist-attractions/3. Heintað January 13, 2012. 
  4. Staff (2007-01-23). "National Register Information System". National Register of Historic Places. National Park Service. http://nrhp.focus.nps.gov/natreg/docs/All_Data.html.