Cecilia Wigant Eysturdal

Cecilia Wigant Eysturdal (fødd 1996) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk met í svimjing, bæði juniormet og seniormet. Í august 2015 fer hon at luttaka í norðurlandameistarakappingini í havsvimjing, sum verður í Svøríki. Í samband við venjingina til NM kappingina, svam hon frá Syðradali á Kalsoynni til Biskupsstøð í Klaksvík hin 28. mai 2015. Teinurin var á umleið 5 km og tók henni ein tíma og 21 minuttir og 3 sekund.[1][2]

Lívsleið innan svimjing rætta

NM í Open Water 2015 rætta

  • Silvur í 10 km havsvimjing við tíðini 2 tímar 17 minuttir og 37 sekund[3]
  • Bronsu í 5 km havsvimjing við tíðini 1:08.10[4]

Reykjavík International Games 2015 rætta

NM í Open Water 2014 rætta

Cecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi

  • Silvur í 10 km open water við tíðini 2 tímar, 21 minuttir og 59 sekund[7]

Nr. 4 í 5 km open water við tíðini 1:08.35 tíma.

Danish Open 2014 rætta

Cecilia luttók á Danish Open í mars 2014. Leygardagin 29. mars setti hon nýtt føroyskt met á 1500 m frí á langgeil við tíðini 17.51.83, sum var triðskjótasta tíð í innleiðandi riðlunum.[8]

FM/FJM Stevna 2013 í Havn rætta

NM í Open Water 2012 rætta

Cecilia luttók í Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing á Amager Strandpark í august 2012. Hon vann bronsu í 5 km havsvimjing og kundi havt vunnið bronsu í 10 km havsimjing eisini, um hon ikki varð kolldømd, tá hon misti eina boyu.

Oyggjaleikir 2011 rætta

Cecilia luttók á Oyggjaleikunum 2011 á Isle of Wight.

  • Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:56.59
  • Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:22.75[11]

Keldur rætta

  1. nordlysid.fo Archived 2015-05-30 at the Wayback Machine, Cecilia svam av Syðradali á Biskupsstøð.
  2. svimjing.com, Cecilia svomið av Syðradali til Klaksvíkar í dag.
  3. nordportal.net - Cecilia fekk silvur við Nordisk Open Water í 10.000 metur
  4. svimjing.com
  5. svimjing.com - 'Sikken en fest', fyrsta finalukvøld á RIG 2015
  6. svimjing.com - Cecilia 4:30.47 og nýtt føroyskt met í 400 frí
  7. svimjing.com - Cecilia silvur á NM í Open Water
  8. svimjing.com, Cecilia 17:51.83 og føroyskt met í 1500 frí
  9. Livetiming.dk Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
  10. Livetiming.dk Kapping 35, 200m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  11. Natwestiowresults2011.com Swimming - Women's 4 x 100m Medley Relay