Caroline Wozniacki (fødd 11. juli 1990 í Odense) er ein danskur tennisleikari, sum hevur fingið bestu ranglista plaseringina hjá donskum tenniskvinnum í einmansleiki, tá hon hin 11. oktober 2010 náddi fyrsta plássið á WTA Tour. Foreldrini hjá Caloline eru úr Póllandi, men tey fluttu til Danmarkar at búgva, og Carolina er fødd og uppvaksin í Danmark. Hon fekk í boðið at gerast landsliðsleikari fyri Pólland, men takkaði nei.

Caroline Wozniacki á US Open í 2009.

Lívsleiðin innan tennis rætta

2004-2007 rætta

Í 2004 vann hon danska meistaraheiti hjá teimum vaksnu, sjálvt um hon bert var 14 ára gomul. Sama ár varð hon kosin sum "Årets Fund", sum er elsti ítróttarheiður í Danmark, nú á døgum er tað Team Danmark, sum letur heiðurin. Í desember 2005 vann hon ungdómskappingina Orange Bowl[1], sum innan ungdómstennis verður mett sum tað óalmenna heimsmeistarakappingin. Í juli 2006 vann Wozniacki sum tann fyrsti dani í nærum 60 ár eitt Wimbledon-heitið (gentu einmansleikur). Sama ár kom hon í finaluna í kappingini Australian Open (gentu einmansleikur). Hon vann heiðurin "Ársins ungdómsleikari" í 2006.

2008 rætta

Í 2008 vann hon tríggjar ferðir WTA heitið í tenniskappingum. Fyrstu ferð var í kappingini Nordea Nordic Light Open í Stockholm 3. august. Síðan luttók hon á Summar-OL 2008, har hon bleiv sligin út í triðju rundu av Elena Dementieva, sum seinni vann OL. 23. august vann hon 600.000 $ í WTA-kappingini Pilot Pen Tennis í New Haven, USA. August mánaður endaði við, at hon náddi til fjórðu rundu í US Open. 28. september vann hon saman við Anabel Medina Garrigues sítt fyrsta WTA-heitið í tvímansleiki, tá tær báðar vunnu finaluna í China Open móti einum kinverskum parið. 5. oktober vann Caroline Wozniacki sítt 3. WTA-heitið - hesaferð í Japan. Í november 2008 luttók Caroline í Nordea Danish Open í sínum føðibýi Odense. Hon vann kappingina uttan stórvegis mótstøðu.

2009 rætta

Tað fysta týdningarmikla úrslitið í 2009 var, tá Wozniacki náddi kvartfinaluna í einari kapping í Sydney. Hon spældi kvartfinaluna móti Serena Williams og tapti eftir at hava havt tríggjar dystarbóltar (matchbóltar).

2012 rætta

Caroline Wozniacki luttók á Summar-OL 2012 í London og vann tríggjar tær fyrstu rundurnar móti Anne Keothavong, Yanina Wickmayer og Daniela Hantuchová. Hon møtti Serena Williams í kvartfinaluni og tapti dystin og kom tí ikki víðari.

Keldur rætta

  1. Tim Curry (12 December 2005). "Roshardt and Wozniacki Claim Orange Bowl Title". ITFtennis.com. http://www.itftennis.com/juniors/news/newsarticle.asp?articleid=16044. Heintað 14 November 2010. 

Slóðir úteftir rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið