Burj Al Arab
Burj Al Arab er eitt 7-stjørnað hotell ið liggur í Dubai í Sameindu Emirríkjunum. Í 1999 læt nú heimskenda eyðkennismerkið í Dubai, hotellið Burj Al Arab, upp. Tað stendur á eini gjørdari oyggj út fyri strondina í Dubai. Har slepst einans til við tyrlu ella eftir eini privatari brúgv. Hotellið er 320 metrar høgt og er seglformað, næstan tveir kilometrar av 24 karat blaðgulli og 23.444 kvadratkilometrar av marmori sýna ómetaligt luksus og oyðslusemi. Her starvast 1.600 starvsfólk við meir enn 80 ymiskum tjóðskapum, sum fjálga um kundarnar.