Hey. Eg síggi, at tú rættaði tølini á síðuni um Alpurnar og tók komma burtur og setti eitt glopp í staðin. Er tað mest vanliga á føroyskum ikki at nýta punktum sum separator millum túsundatølini? T.d. 1.000.000 fyri ein millión? Tað er ymiskt í ymiskum londum, hvussu tøl verða skrivaði. Punktum, komma og glopp, so tað er sera forvirrandi. Vh. EileenSanda (wiki-koturnar er horvnar, fái ikki skrivað undir á rættan hátt)

Tað er rættiliga vanligt enn í Evropa at nýta punktum sum í til dømis 1.000.000. Men í øllum teimum londunum, har eitt ráð tekur sær av tílíkum, eru reglurnar at brúka millumrúm (m.a. fyri ikki at blanda við amerikanska punktumið, sum skilir heiltal og desimalpart). Hetta er sligið rættiliga væl ígjøgnum á m.a. svensku, norsku og týsku wikipediuunum. Men ikki á donsku, hóast Dansk Standard mælir til at brúka millumrúm. (Vanligt verður enskt komma, gamalt evropeiskt punktum ella nýtt evropeiskt millumrúm bert brúkt, tá talið er yvir 9999. Men eg setti millumrúm inn sum eina rætting fyri tað skeiva kommaið). 80.77.132.186 1. mai 2015 kl. 15:41 (UTC) Benadikt (kjak) 1. mai 2015 kl. 15:43 (UTC)
Ok, ja, fyri mína skuld kunnu vit gott nýta millumrúm her. Ongin hevur tikið sær av hesum á føroysku Wikipediuni, eg havi verið í iva, hvørt tað eigur at vera við punktum ella millumrúm. Vh. Eileen 1. mai 2015 kl. 18:30

Hetta er ein kjaksíða hjá einum dulnevndum brúkara, sum ikki hevur stovnað eina kontu enn, ella ikki brúkar hana. Tí noyðast vit at brúka nummerisku IP-adressuna hjá honum ella henni. Ein slík IP-adressa kann verða brúkt av fleiri brúkarum. Ert tú ein dulnevndur brúkari, og kennir, at óviðkomandi viðmerkingar eru vendar til tín, so vinarliga stovna eina kontu fyri at sleppa undan samanblanding við aðrar dulnevndar brúkarar í framtíðini.