Bork Havn er ein lítil býur og ferðavinnustaður við syðra enda av Ringkøbingfjørðin í Jútlandi, eystanfyri fuglaparkina, Tipperne, sum liggur millum Tarm og Nørre Nebel í Ringkøbing-Skjern kommunu. Bork Havn varð bygd í 1933 av Bork Fiskeriforening. Havnin hevur eina havn til stuttleikabátar við plássi til 290 bátar, eina fiskihavn og eina havn til húsbátar.

Bork Havn sæð móti landnyrðingi

Havnin er mest kend fyri Bork Havn Musikfestival sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 1979. Ein eftirskúli er í Bork Havn, og tað ber til at fáa undirvísing í windsurfing.

Nærhendis liggur Bork Víkingahavn, sum er ein partur av Ringkøbing-Skjern Museum.

Slóðir úteftir rætta