Lat upp høvuðsmeny
Boris Becker í 2019.

Boris Becker (føddur 22. november 1967 í Leimen, nærhendis Heidelberg, Týskland) er ein týskur fyrrverandi tennisleikari.[1] Hann gjørdist heimskendur í 1985, tá hann, sum 17 ára gamal, varð yngsti leikari nakrantíð at vinna tennisfinaluna í Wimbledon í London.

Í 1989 vann Becker enn eina ferð finaluna í London. Í alt náddi hann at koma í sjey finalur í Wimbledon.

Slóðir úteftirRætta

Sí miðlasavnið


KeldurRætta

  1. Boris Becker, munzinger.de